Løgtingið samtykt at skerja fiskidagarnar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kaj Joensen

13.08.2013 - 20:39

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Alivinna

Løgtingið hevur í dag samtykt uppskotið hjá meirilutanum í Vinnunevndini um at skerja fiskidagarnar komandi fiskiár.

Meirilutauppskotið varð samtykt við 18 atkvøðum fyri, 6 ímóti og 4 blonkum.

Broytingarnar fara soleiðis samtyktar til 3.viðgerð: 18 fyri, 7 ímóti og 3 blankar

Minnilutauppskotið fall við 17 ímóti, 12 fyri og eingin blonk.

Meirilutin, Alfred Olsen, Hanus Samró, Jógvan Skorheim, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Janus Rein, mælir til hesar brotytingar:

Bólkur 2, ið er partrolarar og lemmatrolarar, sum hava møguleika at fiska makrel og sild um summarið, verður skerdur við 4 % út frá støðuni hjá upsastovninum í løtuni.

Bólkur 3, sum er línuskipini, sum nú eisini hava rættindini til at fiska kvotuna á Flemich Cap, og bólkur 5, sum er útróðrabátar undir 15 tons, verður skerdur við 7 % við serligum atliti til støðuna hjá toska- og hýsustovninum.