(Savnsmynd)

Løgtingsformaðurin: Løgtingsmenn eru einans bundnir av síni sannføring

Ingi Samuelsen

24.10.2017 - 09:25

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Formansskapurin á Føroya Løgtingi tekur undir við tilmælinum hjá løgtingsfyrisitingini um, at tingið skal taka støðu til at burturvísa uppskot løgmans um Stjórnarskipan Føroya.

Tá tingfundurin varð settur fyri løtu síðani, spurdi Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum løgtingsformannin, um hann mælir tinginum til at burturvísa málið.

Svarið frá Pálli á Reynatúgvu var eitt sindur tvítýtt.

- Formansskapurin skal mælt til burturvísing, um tað ikki lýkur Tingskipanina, eins og formansskapurin hevur víst á, segði Páll á Reynatúgvu. Men legði so afturat:

- Men eg kann eisini vísa til grein 23 í Stýrisskipanarlógini, sum sigur, at løgtingsmenn einans eru bundnir av síni egnu sannføring.

Eftir áheitan frá Bárði á Steig Nielsen, varð fundurin niðurlagdur í eitt korter, og verður væntandi tikin uppaftur um lítla løtu.