Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mentamálaráðið bar seg skeivt at

Ari av Rana

23.04.2018 - 12:28

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landsstovnar

Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at Mentamálaráðið bar seg skeivt at í samband við klagu um innlit.

Regin Hammer sendi Mentamálaráðnum umbøn um innlit í skjal, sum umtalar hann í málinum, har Liljan Weihe bleiv uppsøgd sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya. Men Mentamálaráðið vildi ikki ganga umbønini á møti.

Skjalið, sum Regin Hammer ynskti innlit í kallast “Frágreiðing um Regin Hammer”, og er tað Jan Lamhauge, sum hevur sent skjalið til Mentamálráðið. Skjalið er partur av kæruni um avgerðina at koyra Liljan Weihe frá sum tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya. Tað vóru Jan Lamhauge, Rógvi Olavson og Rólant Waag Dam, sum kærdu avgerðina.

Í frágreiðingini hjá Løgtingsins Umboðsmanni stendur at lesa, at Mentamálaráðið metti frágreiðingina vera eitt innanhýsis skjal hjá Kringvarpi Føroya, sum kundi undantakast rættinum til innlit, tí at frágreiðingin upprunaliga var at meta sum eitt innanhýsis skjal hjá Kringvarpi Føroya.

Løgtinsins Umboðsmaður ger greitt í frágreiðingini, at tá journalistarnir sendu Mentamálaráðnum frágreiðingina, kundi ikki vera talan um eitt innanhýsis skjal hjá nøkrum myndugleika, sum innlit kundi sýtast í.

Umboðsmaðurin heitir á Mentamálaráðið um at taka viðgerðina av innlitsáheitanini uppaftur og lata seg frætta úrslitið av viðgerðini.

Les eisini: Tinglimir finnast hvassliga at setanini av tíðindaleiðara


Rættað: 13:11