Løgtingsins Umboðsmaður handað formansskapinum ársfrágreiðingina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.06.2018 - 12:34

Tíðindi >

Løgtingsins Umboðsmaður hevur í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum ársfrágreiðingina fyri 2017.

Umboðsmaðurin fekk 50 klagur í 2017, umframt at 11 klagur vóru avgreiddar, sum vóru innkomnar árini frammanundan. Umboðsmaðurin tók eisini 4 mál upp av egnum hondum.

Av klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2017 endaðu 11 við áliti, 33 endaðu við aðrari viðgerð enn áliti, meðan 12 vórðu avvístar.

Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.



beint nú