Løgtingsins umboðsmaður hevur kannað freistir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.05.2018 - 16:51

Tíðindi >

Umboðsmaðurin hevur kannað, um barnaverndartænasturnar hildu freistirnar í barnaverndarmálum, sum skuldu endurskoðast av Høvuðsbarnaverndarnevndini í tíðarskeiðinum 2014-2016/17.

Kanningin vísti, at tað alt ov ofta kom fyri, at endurskoðanarfreistirnar ikki vórðu hildnar, og vóru orsøkirnar til hetta ymiskar.

Umboðsmaðurin vísti á, at hetta als ikki er nøktandi við atlitinum at tryggja rættindini hjá foreldrum og børnum í barnaverndarmálum. Umboðsmaðurin bað barnaverndartænasturnar og kommunurnar seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at endurskoðanarfreistirnar verða hildnar, skrivar Løgtingsins Umboðsmaður.

Les frágreiðingina her.