Løgtingsval 1. september



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

29.07.2015 - 13:39

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgtingsval verður týsdagin 1. september.

Tað boðaði Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, frá í endanum av ólavsøkurøðu síni.

Tá løgmaður hevði ynskt øllum góða ólavsøku við heilsanini "Guð signi Føroyar", savnaði hann pappírsbunkan saman, hugdi upp, og uttan fyri manuskript boðaði hann stutt og greitt frá, at hann sambært grein 6, stk 2 í stýrisskipanarlógini hevur tikið avgerð um at skriva út løgtingsval at vera 1. september 2015.

Røða løgmans til tingið kann annars lesast her