Mynd: Kaj Joensen

Løkke: - Hetta ger mær ilt heilt inn í hjartað

Jens Hákun Leo

07.04.2017 - 15:37

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

- Tað ger mær ilt heilt inn í hjartað, at okkara svensku brøður eru útsettir fyri eitt slíkt ræðuligt álop. Ein feik roynd at kúga okkum og okkara friðarliga hátt at liva uppá í Skandinavia.

Millum annað hetta sigur Lars Løkke Rasmussen, danski forsætismálaráðharrin, í einari almennari viðmerking eftir tað eventuella yvirgangsálopið í Stockholm í dag, har ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í miðbýnum og drap í minsta lagi trý fólk og særdi átta onnur.

- Hatta er ein sorgardagur. Men hetta er eisini ein viljanna dagur. Ein vilji til at sigra á myrkrinum, sigur Lars Løkke víðari.

Danski uttanríkismálaráðharrin, Anders Samuelsen, er eisini skelkaður.

- Alt týðir uppá, at talan var um eina yvirgangsatsókn, og eg fordømi staðiliga hesa gerð. Eg havi júst boðað mínum svenska starvsfelaga (tí svenska uttanríkismálaráðharranum) frá, at eg havi ta djúpastu samkensluna við øllum tí svenska fólkinum, og ikki minst teim óseku offrunum í sambandi við hesa ræðuligu hendingina.

- Tað kemur okkum øllum við, tá ein so tættur sameindur í stríðnum ímóti yvirgangi sum Svøríki verður útsettur fyri yvirgang, sigur Anders Samuelsen, sambært DR.