Løkke og Obama senda sínar tankar til ofrini í München

Niels Petersen

22.07.2016 - 22:27

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Danski statsministarin, Lars Løkke Rasmussen sendir í kvøld sínar tankar til Týsklands, har tað higartil eru níggju fólk sum hava latið lív, eftir skotálop í einari sølumiðstøð í München í suðurtýsklandi.

- Enn einaferð eri eg keddur, nú ósek fólk eru álopin og dripin. Hetta er eitt tragiskt summar fyri Europa. Mínir tankar eru hjá ofrunum og teirra familjum, skrivaði danski statsministarin á Twitter.

Amerikanski forsetin, Barrack Obama tosaði á tíðindafundi í kvøld, og eisini hann vísti samkenslu fyri ofrunum í München. Hann lovaði alla hugsandi stuðul til Týskland.

- Okkara tankar eru hjá teimum raktu. Støðan er ikki avklárað enn, og Týskland er ein av okkara tættastu samstarvsfelagum, segði Obama millum annað.

Talið av teimum deyðu eftir skottilburðin er higartil komið upp á níggju, men hópin av fólki blivu særd, og fleiri álvarsliga. So endaligu tølini eru ikki greið.

Hildið verður, at tað vóru tríggir gerningsmenn, men ongin teirra er enn tikin. Servand løgreglulið alla møguliga staðni frá eru komin til hjálpar, so at hesir óndskapsfullu búrkroppar kunnu blíva funnir.