(Mynd: EPA)

Løkke tapti og vann stjórnarvaldið

Ingi Samuelsen

18.06.2015 - 22:32

Tíðindi > Danmark

Vinstriflokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen gjørdist stóri taparin á Fólkatingsvalinum í dag. Venstre gekk aftur við 7,2 prosentum. Kortini er tað nú greitt, at Lars Løkke Rasmussen aftur gerst forsætisráðharri í Danmark, tí blái vongurin vann 90 fólkatingssessir tilsamans, meðan reyði vongurin fekk 85 sessir.

Ógreitt er tó hvørjir av flokkunum á bláa veinginum – teir eru Dansk Folkeparti, Venstre, Liberal Allianse og Konservative Folkeparti – koma at skipa stjórn, tí tað frammanundan er greitt, at liberala alliansan ikki ynskir at sita í stjórn saman við danska fólkaflokkinum.

Úrslitið av fólkatingsvalinum í Danmark gjørdist
Sosialdemokratiet 26,3 prosent (+1,5) – 47 sessir (+3)
Dansk Folkeparti 21,1 prosent (+8,8) – 37 sessir (+15)
Venstre 19,5 prosent (-7,2) - 34 sessir (-13)
Enhedslisten 7,8 prosent (1,1) – 14 sessir (+2)
Liberal Alliance 7,5 prosent (2,5) – 13 sessir (+4)
Alternativet 4,8 prosent (4,8) – 9 sessir (+9)
Radikale Venstre 4,6 prosent (-4,9) – 8 sessir (-9)
Socialistisk Folkeparti 4,2 prosent (-5) – 7 (-9)
Konservative 3,4 prosent (1,5) – 6 (-2)
Kristendemokraterne 0,8 prosent (0) – 0 sessir (0)