(Mynd: EPA)

Løkke: Við stjórnarskipan verður ríkisveitingin strikað

Ingi Samuelsen

31.05.2017 - 16:08

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Danski forsætisráðharrin hóttir nú við at strika ríkisveitingina, um sjálvstýrandi partarnir av ríkinum gera sína egnu stjórnarskipan.

Tað er grønlendska blaðið AG, sum skrivar frá danska forsætisráðharranum, at um grønlendingar samtykkja sína egnu stjórnarskipan, so verður ríkisveitingin støðgað eftir fýra árum, eisini um Grønland ikki er til reiðar at standa á egnum beinum.

AG skrivar, at um gønlendingar samtykkja eina stjórnarskipan – eisini um hon ikki skal galda fyrr enn eftir eina avgerð um fullveldi – so verður hetta frá danskari síðu fatað sum ein ’de-facto’ útliman úr ríkisfelagsskapinum.

Hetta er galdandi, eisini um ætlan er at stjórnarskipanin ikki skal fáa gildi fyrr einaferð í framtíðini, tá Grønland hevur brynjað sín búskap til at gerast sjálvstøðugur.

Tað segði Lars Løkke Rasmussen í sambandi við spurnarorðaskifti um grønlendska stjórnarskipanararbeiðið.

- Eg kann ikki ímynda mær, at staturin heldur fram at rinda og loysa uppgávur í fleiri ár eftir at avgerð er tikin um fullveldi, segði Lars Løkke Rasmussen sambært AG.

Føroyingar skulu – eftir ætlan landstýrisins – atkvøða um nýggja stjórnarskipan komandi flaggdag.