(Savnsmynd)

Løkke: - Vit skulu vita meira um hvønannan

Ingi Samuelsen

29.07.2016 - 15:09

Tíðindi >

Ongin ivi er um, at flagggølan í dag kemur at ríða Lars Løkke Rasmussen sum ein marra komandi tíðina.

Ikki bara stóðst mikið rok av, at forsætisráðharrin setti hetta í verk, og føroyskir politikarar, teirra millum Magni Arge, fólkatingslimur, setti eisini spurnartekn við um hví Lars Løkke hevði valt ólavsøkuna at flagga á, og ikki flaggdagin.

At danskir stovnar – eisini í Føroyum – í dag so flaggaðu við einum bastardi av einum flaggi, ger helst ikki støðuna lættari fyri hann.

Lars Løkke er kendur fyri at snara støður til egnan fyrimuns, men um tað verður nakar fyrimunur, kann bara tíðin vísa. Soleiðis ljóðaði viðmerkingin frá Lars Løkke á Twitter, tá søgan byrjaði at ”ganga” í dag: ”Understreger – på pinlig baggrund – min oprindelige pointe om, at vi skal vide mere om hinanden i Rigsfællesskabet!”

Nakrar tímar frammanundan hevði hann staðfest á sama sosiala miðili: ”Tillykke Færøerne med nationaldagen! Vi fejrer den og vores fællesskab med Merkið i flagstængerne”. Saman við boðunum vóru tvær myndir, og tær vístu báðar – skal sigast – tað rætta Merkið.

Lars Løkke er annars staddur í Philadelphia í USA har hann hevur verið gestur á landsfundinum hjá demokratiska flokkinum