Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto

Lønarútgjaldingarnar 6,5% hægri enn í fjør



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

11.10.2017 - 18:08

Tíðindi >

Mánaðarligu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd til og við september mánað. Árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru í september 750 milliónir krónur, ið er 6,5 % meira enn sama mánað í fjør, skrivar hagstovan.fo.

Samlaðu lønarútgjaldingarnar fyrstu 9 mánaðirnar av árinum eru 5,8% hægri í mun til sama tíðarskeið í 2016.