London: Ein deyður og fleiri særd eftir ákoyring nærhendis mosku


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 06:55

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Ein persónur doyði og átta eru flutt á sjúkrahús við skaða eftir at tey í nátt vórðu rakt av einum bili í norðara parti av London.

Tað upplýsir løgreglan í enska høvuðsstaðnum. Hendingin fór fram á Seven Sisters Road, ið liggur nærhendis eina mosku. Ein persónur er handtikin, skrivar dr.dk.

- Bilførarin – ein 48 ára gamal maður – er funnin og varð hildin aftur av almenninginum á staðnum og síðan handtikin av løgregluni, skrivar Metropolitan Police í eini fráboðan.

Sambært eini útvarpsstøð nærhendis, hevur løgreglan avbyrgd eitt øki nærhendis Finsbury Park undirgrundarstøðini, skrivar Reuters.

Sambært forsætisráðharranum í Bretlandi, Theresa May, verður hendingin í nátt, sum hon kallar ’ræðulig’ nú kannað sum ein møgulig yvirgangsatsókn.

- Tankar mínir fara til tey skaddu, teirra avvarandi og tilbúgvingarstarvsfólkini á staðnum, segði forsætisráðharrin.

Árenningin hendi júst sum ein kvøldarbøn í sambandi við ramadan-hátíðina var um at vera liðug í moskuni.

Muslimska felagsráðið í Stórabretlandi kallaði í nátt hendingina fyri ’tilvitaða’, skrivar BBC.

Løgreglan sigur, at tey hava sent fólk til staðið fyri at sissa fólkini har. Tilbúgvingin í London hevur verið høg eftir tvey álop innan fyri fáar vikur. Í mai vórðu 22 fólk dripin av einum sjálvmorðsmumbumanni í einum konserthøli í Manchester. Og 3. juni drupu tríggir mans, helst islamistar, átta fólk og særdu 48 við at koyra á tey á London Bridge og stinga fólk niður í Borough Marked í høvuðsstaðnum.