Longsta lopið av føroyskari kvinnu

Ingi Samuelsen

25.06.2017 - 18:40

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

- Um eg ikki fari heilt skeivur, so er 4,94 metrar tað longsta sum nøkur føroysk kvinna nakrantíð hevur lopið, so úrslitið er væl og virðiliga góðtiki.

Soleiðis sigur Heri Ziska eftir at 18 ára gamla Margit Weihe Frímundsdóttir í dag gjørdist nummar seks í kappingina í longdarlopi.

Fimm føroyingar royndu seg í frælsum ítrótti á Gutavallen í dag, og úrslitið hjá Margit má sigast at vera tað frægasta.

Sjálv eigur hon føroyska metið upp á 4,91, men teir 4,94 metrarnir í dag kundu ikki góðtakast sum meg, til tað var lotið av vøllinum ov nógv, tíverri.

Hini, sum royndu seg í dag vóru rennarar. Í 100 metra renningini fyri kvinnur eydnaðist tað Aldu S. Lamhauge at renna seg víðari í semifinalurnar, sum vera í morgin.

Alda gjørdist nummar fýra í sínum riðli, men tíðin 13,58 sekund var nóg mikið til at koma millum tær 12, sum skulu renna semifinalu í morgin.

Elisabeth Holm Simonsen við tíðini 13,94 kom ikki víðari.

Víðari komu heldur ikki Oddvør Josephsen og Julian Gregersen.

Oddvør Josephsen rann 400 metrar innleiðandi í tíðini 65,50 sekund, nakað, sum hon ikki var nøgd við.

Julian Gregersen gjørdist nummar fýra í sínum riðli í 800 metra renning við tíðini 2.00,20 og gjørdist akkurát ov stuttur til at koma víðari.