(Mynd: Jens Kr. Vang)

Longu útselt til Voxbotn

Sverri Egholm

23.12.2017 - 15:31

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Tað hevur gingið sera væl at selt atgongumerki til stóra árliga konserttiltakið Voxbotn, sum verður í Vágsbotni í Havn í summar. Tí longu nú, eitt hálvt ár áðrenn tiltakið byrjar, er útselt.

Tað hevur annars verið útselt til Voxbotn øll árini, men ongantíð áður hevur tað gingið so skjótt at selt øll atgongumerkini. Forsølan byrjaði 4. november, so tað tak bara 49 dagar at selja øll atgongumerkini.

Nógv nøvn eru á skránni í ár, millum annað rokkbólkurin Nephew, heimskendi DJ’arin Mike Perry, Gilli, kvinnuligi DJ’arin BJones, Byrta, Shu-Bi-Dua hitt frá Hardinger Band, Swangah, Janus & Jens Marni, Hamradun og Danny & The Veetos. Enn eru nøkur nøvn eftir at avdúka og hesi verða avdúkaði seinni.

Nú tá tað er útselt, verður eingin durasøla til Okkara Voxbotn 2018. Tó verða eins og undanfarin ár 200 atgongumerki sett til sølu í vikuni, sum Voxbotn er, serliga ætlað ferðafólki og vitjandi. Hetta er fyri at geva teimum, sum ikki vistu um Voxbotn, og sum koma til landið í summar, ein møguleika at ogna sær eitt atgongumerki. Royndirnar frá undanfarnum árum hava víst, at ferðafólk og onnur vóru sera fegin um henda møguleikan, og øll tey 200 atgongumerkini hava verið seld eftir lítlari løtu.

Hetta er sjeynda árið, at Voxbotn verður fyriskipað.