Lønirnar í alivinnuni vaksnar ein fjórðing



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

13.08.2017 - 14:15

Tíðindi >

Alivinnan økir mest í lønarveitingum, men fiskiskapur er framvegis størsti privati lønarveitarin. Størst av øllum er tó Heilsuverkið

Tøl frá Hagstovu Føroya vísa at lønirnar skipaðar í vinnugreinar vísa, at higartil í ár er meira útgoldið í flestu vinnugreinum. Tó hava nakrar vinnugreinar afturgongd, millum annað fiskiskapur.

Tølini frá Hagstovuni vísa at alivinnan í ár hevur havt eina sera stóra framgongd. Higartil í ár eru útgoldnar 224 milliónir, 45 fleiri enn í fjør, og framgongdin er 25 prosent. Alivinnan er vaksin nógv síðan kreppuna í alivinnuni í 2006, og í níggju av ellivu árum hevur vøksturin verið yvir 10 prosent. Tað er tó framvegis ein sera stórur vøkstur alivinnan hevur í ár, tá hugsað verður um, at virksemið hevur verið stórt í fleiri ár.

Higartil í ár hava hýrurnar verið eitt vet minni enn í fjør, men árini undan hesum var vøksturin sera stórur, so tað er ein minking frá einum høgum toppi. Fyri fiskiskap er talan um eina afturgongd í lønarveitingum uppá 2,3 prosent, úr 580 milliónum í 2016, til 567 milliónir i ár.

Privatu tænastuvinnurnar eru meira hóvligar í vøkstrinum. Einans gistihús- og matstovuvirki hevur eina framgongd yvir 10 prosent í ár, men annars er vøksturin í privatu tænastuvinnunum millum seks og 10 prosent. Størsta privata tænastuvinnan, handil og umvæling, veksur 6 prosent, meðan vinnuligar tænastur (til dømis løgfrøði, grannskoðan og ráðgeving) saman við fígging og trygging vaksa góð níggju prosent.