Krambatangi fyri løtu síðani (Vevmynd: Landsverk)

Lovar upp í 23 m/s – strandferðslan avlýst fleiri leiðir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 09:30

Tíðindi > Veðrið

Nakað av vindi er í dag. Veðurstovurnar hótta við vindi upp í 23 metrar um sekundi og hvirlum av harðari vindstyrki, og tað hevur elvt til, at fleiri rutur hjá Strandfaraskipum Landsins eru avlýstar.

Strandferðslan lýsti longu í gjár við, at Smyril bert sigldi morguntúrin av Drelnesi, og fór so at liggja á Havnini til klokkan 16, tá siglt varð suðuraftur. Túrurin av Havnini klokkan 08.30 og av Drelnesi klokkan 11 eru sostatt avlýstir.

Eisini Ternan avlýsir nakrar túrar um Nólsoyarfjørð. Sambært heimasíðuni ssl.fo er talan um túrarnar av Havnini klokkn 9.30 og 12.30. Ternan siglir ikki aftur fyrr enn klokkan 16.20.

Sildberin siglir heldur ikki um Skúvoyarfjørð, og so eru bussleiðirnar í Suðuroynni, leið 700 og 701 eisini fyribils avlýstar.

Sambært Landsverki, er tað í hæddunum, at tann nógvi vindurin er. Á Gjáarskarði, Heltnini, Høgareyni, á Dalavegnum til Viðareiðis og við Norðskálatunnilin eystanfyri, er oman fyri 30 metrar um sekundið í hvirlunum.

Veðrið á Portalinum



beint nú