(Mynd: EPA)

Loysingarfólkini ónøgd við Brexit-samráðingarnar

Ari av Rana

08.12.2017 - 18:22

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

"Svikagerð" og "mannminkan". Loysingarfólkini eru ikki blíð og kallað higartil úrslitið av Brexit-samráðingunum fyri alt annað enn nøktandi.

- Avtalan er góð tíðindi fyri Frú May, tí nú kunnu vit fara víðari til næsta stig í eyðmýkingini, skrivarði Nigel Farage, fyrrverandi leiðari í ES-atfinningarsama flokkinum UKIP, á Twitter.

Arron Banks, vinnulívsmaður, fer so langt sum at siga, at Theresa May hevur svikið landið, skrivar DR.

Partarnir blivu samdur um at lata landamarkið millum Norðurírland og Írland fáa frið. Hetta er ein avgerð, sum gleði Írland, sum verður verandi partur av ES, men hetta hóvar ikki Norðurírlandi, sum heldur, at landið skal limast úr ES á sama hátt sum øll onnur.

Harumframt broytast rættindini hjá ES borgarum í Bretlandi og bretskum borgarum í ES ikki.

Avtalan skal góðkennast av statsleiðarunum í teimum ymisku ES londunum á toppfundi í Brússel í næstu viku.