(Mynd: Glamour)

L’Oreal nýtir kvinnu í hijab í lýsing fyri hársápu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

19.01.2018 - 16:27

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Vakurleikarøkt

Í nýggjari lýsinging hjá heimskenda vakurleikaframleiðaranum L’Oreal, er ein heldur øðrvísi modell nýtt til endamálið.

Bloggarin og varkuleikamodellin Amena Khan er við í nýggju lýsingini fyri Elvive Nutri-Gloss hársápu. Tað serliga er at Amena Khan er klødd í hijab, og tí síggja vit ikki hennara hár í lýsingini.

L’Oreal er við hesum fyrsta stóra altjóða vørumerki, sum nýtir eina kvinnu í hijab, til at lýsa við hárvøru.

Sjálv sigur Amena Khan á sínum Instagramvanga at hon síðstu tíðina hevur havt eitt fløkjasligt forhold til sítt hár, tí at tað følist so flatt. Víðari gleðist hon um at verða við í nýggju lýsingini os sigur seg verða avbera stolta.

Eftir avgerðin hjá L’Oreal at nýta Amena Khan í lýsingini, hava fleiri fólk viðmerkt avgerðina. Flestu teirra halda tað verða løgið, at lýsa við hársápu, tá ein ikki sær hárið á kvinnuni.