(Mynd: EPA)

Lufthansa keypir flogfør frá kreppurakta Air Berlin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.10.2017 - 10:18

Tíðindi > Flogferðsla

Týska flogfelagið Lufthansa er sinnað at keypa 81 flogfør frá kappingarneytanum, Air Berlin, sum er hóttur av húsagangi.

Tað upplýsir stjórin fyri stóra týska flogfelagið, Carsten Spohr, sambært AFP-tíðindastovuni. Eisini er Lufthansa sinnað at yvirtaka 3.000 starvsfólk.

Air Berlin kom í gjaldstrot í august mánaði. Tað hendi, tá størsti partaeigarin í felagnum, Ethiad Airways, støðgaði við fíggjarliga stuðlinum.

Air Berlin hevur síðan boðað frá, at felagið fer at gevast við at flúgva í seinasta lagi 28. oktober.

Felagið hevur tilsamans 140 flogfør, og umframt Lufthansa, hava bretsku Easyjet og IAG, sum eigur British Airways, víst áhuga fyri at keypa nøkur av flogførunum, skrivar Ritzau.