Mynd: slate.com

Lufthansa setur 2,1 milliardir krónur av til avvarandi í flogvanlukku

Marin Eidesgaard

31.03.2015 - 16:37

Tíðindi >

Týska flogfelagið Lufthansa, sum eigur lágprísfelagið Germanwings, hevur nú sett 380 mió. evrur til síðis, sum svarar til 2,1 milliardir krónur. Tað skal partvís nýtast sum endurgjald til avvarandi í flogvanlukkuni hjá Germanwings fyri viku síðani.

Nógvi peningurin fer eisini til onnur møgulig endurgjøld hjá Germanwings og Lufthansa.

Lufthansa hevur samstundis avlýst 60 ára hátíðarhaldið, ið skuldi vera 15. apríl. Hetta av respekt fyri ofrunum, skrivar Lufthansa í einum tíðindaskrivi. Tveir dagar seinni, 17. apríl, er ætlanin at hava ein stóra minningarløtu fyri týsku ofrunum í Kölner Dom.

Í meðan hevur bjargingararbeiði í suðurfronsku Alpunum hildið á fram, og bjargingarmenninir hava nú gjørt ein veg, so bilar fáa koyrt heilt tætt uppá leivdirnar av flogfarinum, sum man bert hevur kunnað flogið ella gingið til áðrenn. Tað skrivar tv2.dk

Higar til eru funnin dna-spor frá 80 av teimum 150 ofrunum. Arbeiðið er torført, tá einki av líkunum er funnið heilt, og líkpartarnir eru spjaddir yvir eitt øki, ið er tveir ferkilometrar.

Sambært franska presidentinum Hollande verða øll ofrini eyðmerkt, áðrenn vikan er úti. Granskararnir á staðnum vænta tó at finna dna-spor til restina av líkunum, nú koyrast kann til økið.

Hin svarta boksin umborð á flogfarinum er enn ikki funnin, og sambært leiðsluni handan bjargingararbeiðið halda teir fram við at leita, til hon er funnin.