(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Lukas Graham kom við pyamasrutuni

Ingi Samuelsen

10.08.2017 - 08:33

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Danski sangarin Lukas Graham og hansara menn í bólkinum Lukas Graham, vóru tíðliga á fótum í morgun, tí longu klokkan 07:38 setti hann føturnar á føroyska jørð fyri triðju ferð. Í kvøld skal hann á stóra pallin á Summarfestivalinum í Klaksvík.

Nú veðrið er skift, eru tað helst mong, ið munnu hava óttast hvussu tað nú fer at rigga við at fáa útlendsku gestirnar til Summarfestivalin til Føroya í tøkum tíma.

Tey, ið gleða seg til konsertina í kvøld, kunnu draga andan lættan. Lukas er komin.

Hetta er triðja ferðin, at Lukas Graham heldur konsert í Føroyum. Teir vóru við á Summarfestivalinum fyri tveimum árum síðani, og um heystið sama ár komu teir aftur fyri at spæla tvær konsertir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Síðan tá hevur gávuríki sangarin gjørt enn meira vart við seg, og er nú eitt stórt navn 'ower there' í USA eisini. 

Konsertin við Lukas Graham verður hin fyrsta á stóra pallinum á Vágsbøi í ár. Konsertin byrjar 22 í kvøld. Hitt navnið á stóra palli er tann í Føroyum næstan líka vælumtókti Danny Baldurson og hansara the Veetos. Teirra konsert byrjar klokkan 01.

Í Tjaldinum spæla Vincent (sum fyrsta navnið í ár) klokkan 20 og Konni Kass kl. 23.45. Á Torginum sælir Olvheðin Jacobsen kl. 21 og Sámal Ravnsfjall 15 minuttir eftir midnátt.