Lukasz Cieslewicz

Lukasz og Heidi eru ársins spælarar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

05.10.2015 - 06:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lukas Cieslewicz úr B36 og Heidi Sevdal úr HB eru ársins spælarar 2015. Í gjárkvøldið vóru ársins heiðurslønir í fótbólti latnar í einum tiltaki, sum Fótbóltssamband Føroya og Miðlahúsið hildu í felags í Perluni í Havn.

Tað eru liðskiparar, venjarar og tíðindafólk, ið hava atkvøtt fyri ársins spælarum.

Í alt 16 heiðrar vórðu latnir, umframt at ársins lið hjá bæði kvinnum og monnum eisini varð valt.

Har afturat varð gullskógvurin handaður toppskjúttunum í Effo-deildini og í 1. deild hjá kvinnum, og eisini varð Fair Play-steypið handað liðnum, ið hevur skikkað sær best í fremstu deildini hjá monnum í ár.

Klæmint A. Olsen skoraði flest mál í Effo-deildini, meðan Maria K. Thomsen vann gullskógvin hjá kvinnum. Fair Play-steypið vann EB/Streymur.

Ársins málverjar:
Ana Ivanov, KÍ
Tórður Thomsen, B36

Ársins verjuspælarar:
Rakul Magnussen, EBS/Skála
Odmar Færø, B36

Ársins miðvallarar:
Maria K. Thomsen, KÍ
Lukasz Cieslewicz, B36

Ársins framherjar:
Heidi Sevdal, HB
Klæmint A. Olsen, NSÍ

Ársins ungu spælarar:
Maria K. Thomsen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ

Ársins venjarar:
Venjaratoymið hjá KÍ
Eyðun Klakstein, B36

Ársins dómarar:
Áron Sofus Vest
Lars Müller

Fair Play:
EB/Streymur

Ársins spælarar:
Heidi Sevdal, HB
Lukasz Cieslewicz, B36