Sjúrður Skaale

Lundi og álka: Altjóða veiðibann kann raka Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

20.06.2018 - 12:28

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Nógv bendir á, at eitt altjóða veiðibann er ávegis. Bannið fevnir millum annað um veiðu eftir lunda og álku, og hetta kann raka Føroyar umvegis danska limaskapin í altjóða avtalu. – Eg fari at gera mítt til at steðga hesum, sigur Sjúrður Skaale um málið, sum verður viðgjørt í fólkatinginum í næstum.

Agreement on the Conservation of African-Eurasian Migratory Waterbirds – ella AEWA-avtalan – er heitið á altjóða avtaluni, ið kann enda siðbundnu føroysku veiðuna eftir lunda og álku.

AEWA-limalondini Kroatia, Italia og Luxembourg hava nevniliga sett fram uppskot um at gera broytingar í avtaluni. Orsøkin er, at hesi londini vilja hava eina sterkari verju av fulglasløgunum lunda, álku og reyðgrælingi.

Verður uppskot teirra samtykt merkir tað, at bann verður sett fyri at veiða, at taka egg og sum heild at órógva fuglin. Bannað verður eisini at goyma, nýta og selja ólógliga veiddan fulg og rænd egg.

- Tað eru uttan iva góðar orsøkir til hetta uppskotið. Fuglur má verjast við lóggávu - og ofta má tað gerast við lóggávu, sum fer um landamørk, um tað skal muna. Fuglur virðir jú ikki landamørk, sigur Sjúrður Skaale.

- Men í hesum føri sær út til, at Føroyar verða raktar av hesum banninum umvegis danska limaskapin í avtaluni. Og tað gevur onga meining. Veruleikin í Føroyum er ein annar enn í suðureuropa, og vit hava egna lóggávu um hetta í Føroyum. Føroyingar gerast alsamt meira tilvitaðir um umhvørvisvernd – eisini tá ið tað snýr seg um stovnsverju. At verja lundan og álkuna er okkara ábyrgd, og hana skulu vit taka. Um slíkar avgerðir verða trýstar inn á okkum hava tær onga legitimitet, og verða tí heldur ikki virdar.

Tíverri tykist tað vera breið undirtøka fyri hesum millum limalondini, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri javnaðarflokkin, sum ætlar sær at royna at ávirka málið í fólkatinginum.

- Danska stjórnin hevur fyribils boðað frá, at hon ætlar sær ikki at atkvøða í málinum. Tað er ikki nóg gott. Kravið má vera, at danir venda sær ímóti hesum banninum og arbeiða aktivt fyri at verja føroysk áhugamál – til dømis við at undantak verður gjørt fyri Føroyar, sigur Sjúrður Skaale.

- Um danskur limaskapur í eini altjóða avtalu trumfar føroyska lóggávu, verður tað sera skaðiligt fyri ríkisfelagsskapin.

Fundur verður um málið í Europanevndini hjá fólkatinginum fríggjadagin.