Lutakast til 2.undanumfar: B36 kann fáa risastóra uppgávu

Agnar Frederiksen

20.06.2018 - 13:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrrapartin var greitt, at NSÍ skal møta Hibernian úr Skotlandi í fyrsta undanumfarið í Europa League. Nú seinnapartin var lutkastið til 2.undanumfar í Nyon í Sveis.

Eftir at lutakastið varð seinkað í 45 minuttir. fór tað endliga í gongd klokkan 13.45, og trý føroysk lið vóru í pottinum. Nú vita vit, hvøjum tey føroysku liðini koma at møta, um tey koma víðari til hetta umfarið:

- FC Vaduz(LIE)/ PFC Levski Sofia(BUL)

B36 – Besiktas(TUR)

NSÍ -Asteras Tripolis(GRI)

Tað er sostatt B36, ið kann fáa eina heilt spennandi uppgávu, um havnarfeløgni megnar at gera bragdið og koma tvær ferðir víðari. Besiktas er eitt av teimum trimum heilt stóru feløgunum í Turkalandi. Farna kappingarár vann Besiktas sín bólk í Champions League, og hetta hevði tí verið ein sera stór og áhugaverd uppgáva fyri Jákup á Borg og hansara menn. Í 2006 hitti B36 Fenerbache, ið er eitt av hinum stóru Istanbul-feløgunum, eftir at B36 sló Birkirikara út í fyrsta umfarið. Hetta er liðið, ið Kí skal spæla ímóti í fyrsta undanumfarinum í komandi viku.

Um KÍ kemur ígjøgnum fyrstu umførini, so skal liðið hjá Mikkjal Thomassen til Liktinstein ella Bulgaria. Talan er um tvey heilt ymisk lið. Levski Sofia er eitt stórfelag í Bulgaria, men tað eru næstan tíggju ár síðani at liðið hevur vunnið nakað. Levski Sofia hevur sera nógvar roydir í evropeiskum fótbólti. Vaduz er einasta professionella liðið í Liktinstein. Liðið spælir í bestu deildini í Sveis, har Vaduz endaði nummar fýra farna kappingarár.

Tað er helst mest realistiskt, at tað er NSÍ sum spælir seg víðari. Serliga tí at NSÍ ”bert” skal ígjøgnum eitt umfar áðrenn 2.undanumfar. Um NSÍ megnar at basa skotska Hibernian, so bíðar Asteras Tripolis úr Grikkalandi. Liðið endaði nummar fimm í grisku deildini farna kappingarár. Tripolis hevur so at siga ongar vinnararoyndir frá heimligu kappingunum, men var í bólkaspælinum í Europa League 2014-2015 og 2015-2016.

2.undanumfar í Europa League verður spælt 26.juli og 2.august.