Mynd: JN.fo

Lutakastið til HM-undankappingina á skrá um tvær vikur

Jens Hákun Leo

11.04.2017 - 17:19

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nú føroysku kvinnurnar í dag hava spælt seg víðari í HM-undankappingina eftir at hava vunnið 2-1 á Turkalandi á Tórsvølli, er vert at hyggja eftir, nær lutakastið til HM-undankappingina stendur á skránni.

Har er tað soleiðis, at lutakastið verður tann 25. apríl, og at 35 lond verða við í tí.

Hesi 35 londini verða býtt í sjey bólkar við fimm londum í hvørjum bólki. Liðini spæla tvær ferðirnar ímóti hvørjum øðrum.

HM undankappingin byrjar í september í ár og endar í september næsta ár.

Hini londini, sum komu víðari úr innleiðandi HM-undankappingini í dag vóru: Kazakstan, Albania, Ísrael og Moldova.

Turkaland kom ikki víðari til HM-undankappingina sum besti 2ari við sínum seks stigum. Besti tvey´ari gjørdist Moldova við sjey stigum.