Monaco-leikarar fegnast um sigurin (Mynd: EPA)

Lutakastið verður í morgin

Ingi Samuelsen

20.04.2017 - 06:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er nú greitt hvørji fýra lið koma at liggja í pottinum, tá lutakastið til hálvfinalurnar í Champions League verður í morgin klokkan 11.

Í gjárkvøldið vórðu tær seinastu fjórðingsfinalurnar avgreiddar, tó uttan líka nógvan dramatikk, sum kvøldið fyri.

Í Barcelona endaði dysturin millum Barcelona og Juventus við javnleiki 0-0, og harvið kom italska felagið trygt víðari vegna 3-0 sigurin í síðstu viku á heimavølli.

Yvirgangsrakta týska Dortmund liðið kundi heldur ikki í gjárkvøldið standa franska Monaco kurl.

Í Fraklandi gjørdist úrslitið av dystinum 3-1 og harvið vann Monaco samanlagt 6-3. Kylian Mbappe Lottin og Radmael Falcao løgdu Monaco á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Í byrjanini av seinna hálvleiki kom eitt sindur av spenningi í, tá Marco Reus minkaði um støðuna, men spenningurin hvarv umleið 10 minuttir fyri leiklok, tá Valere Germain skoraði til 3-1.