Pioneering Spirit við Brent Delta oljupallinum umborð á veg til Teesside í Onglandi, har hann verður tikin sundur til endurnýtslu av ymsum slag.

Lyfta og flyta oljupall í Norðsjónum og seta heimsmet



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

02.05.2017 - 14:34

Oljan >

Heimsins størsta skip, serútgjørda krana- og rørleggingarskipið ”Pioneering Spirit”, setti heimsmet, tá tað herfyri lyfti 24.000 tons stóra oljupallin ”Brent Delta” í Norðsjónum.Tað kann lyfta upp í 48.000 tons. Skipið er sergjørt til at arbeiða í decommissioning vinnuni, har skipið skal flyta eitt nú oljupallar av feltinum til havs til lands, har teir síðani verða tiknir sundur. Eftir á havbotninum standa tey trý beinini, sum hava hildið pallinum uppi. Tey eru 140 metrar høg. Shell, sum eigur pallarnar, hevur sagt myndugleikunum frá, at tað fer at lata beinini standa og metir, at tað er tað besta fyri umhvørvið, tí ein roynd at taka beinini upp, hvat verður ein nærum óloysilig uppgáva, kann koma at skapa størri trupulleikar fyri umhvørvið enn gott er. Umhvørvisfelagsskapir hava tó mótmælt ætlanini at lata beinini standa.

Brent oljuleiðin, sum liggur 115 fjórðingar ella 186 km. í ein norðan og eystan fyri Hetland, fevnir um fýra pallar og er ein tann elsta oljuleiðin á bretska landgrunninum. Oljuleiðin hevur framleitt 3 mia. tunnur av olju síðani byrjanina í 1976. Hetta er umleið 10% av allari framleiðsluni í bretskum øki.

Nú verður pallurin fluttur til Teesside í Onglandi, har hann verður tikin sundur á Able skipasmiðjuni, sum er gjørd til júst at taka sær av pallum, sum ikki longur eru í nýtslu. Har fer arbeiðið at taka sundur pallin at taka eitt ár. 97% av pallinum verður endurnýtt. Tað hevur kostað 300 mill. kr. at byggja nýggju havnina í Teesside.

Deltapallurin gavst at framleiða í 2011, meðan Alpha og Bravo góvust í 2014. Kortini fer Brent Charlie at framleiða í fleiri á raftrat.

Kelda: Offshore Energy Today og Energy Voice