(Mynd: Hallbjørg Eliassen)

Lýggja veðrið ger støðuna verri

Sverri Egholm

17.05.2018 - 19:31

Tíðindi >

Tey eru helst fá í Leirvík, sum fegnast um lýggja veðrið og sólina, sum hevur verið frammi í nærum allan dag.

Tí plágan, sum hevur órógvað partar av bygdini seinastu vikurnar, tykist at vera blussað upp aftur í lýggja veðrinum í dag.

IRF hevur annars roynt seg við eitri seinastu dagarnar, og hevur latið væl at hesum. Eitrið drepur størsta partin av flugunum, og ávirkar flugurnar soleiðis at tær ikki kunnu fjølgast.

Á bólkinum “Leirvíkingar á Facebook” er sum vera man stór ónøgd.

- Her hjálpir einki flugueitur í dag skrivar ein til eina mynd av flugum, og tey eru fleiri, sum eru samd í hesum.

Borgarstjórin, Jóhan Christiansen, er heldur ikki nøgdur við støðuna.

- Vit hava sagt, at eitrið skal fáa ein kjans at virka. Men hatta sær alt annað enn gott út, skrivar Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu í kvøld.

Orsøkin til alt burturkastið í grótbrotinum er umvæling á brennistøðini á Hagaleitið. Meðan umvælingin er farin fram seinastu mánaðirnar hevur burturkastið verið koyrt í ballir og goymt í grótbrotinum.

- Komandi mánaðirnar sproyta vit við jøvnum millumbilum nýtt eitur á ballurnar og halda eitt serligt eftirlit við støðuni, sigur IRF á heimasíðuni.