FT Online – vindeygað til tykkara viðskiftafólk
FT Online veit ...
hvussu umráðandi tað er at gera vart við sínar vørur og tænastur. Tí hava vit ment Portalin –
eitt netkonsept, har allir føroyingar í Føroyum og uttanlands vitja, og har
feløg og fyritøkur við myndum og orðum kunnu bjóða seg fram frá síni bestu síðu.
Portalurin er portal.fo, aktuelt.fo, sportal.fo, planet.fo, kramm.fo, grams.fo, plagg.fo, torg.fo og nummar.fo alt
í einum. Eitt tyssi av teimum mest vitjaðu heimasíðunum í Føroyum, har tit síggjast væl og
kunnu samskifta við allar føroyingar hvønn dag.
Gott at vita um lýsingar
Tá tú velur at lýsa á Portalinum, er gott at gera sær nakrar tankar um,
hvussu lýsingin skal vera. Vit skipa lýsingar í tveir flokkar: vørulýsingar og imagelýsingar.
Ein vørulýsing er ein sera góður háttur at selja einstakar vørur og tænastur. Eitt
tilboð, sum tit hava nú! Felags fyri vørulýsingar er, at tær eru sera effektivar yvir
eitt styttri tíðarskeið.
Imagelýsingar selja ikki nakra ávísa vøru uttan leggja dent á tykkara fyritøku
ella felag sum heild. Imagelýsingin kann vera einføld ella torskild og gevur ofta
størri rúm fyri kreativiteti. Imagelýsingin kann nýtast leingi.
Netið – har vit vitja og síggjast
Netið er gerandis og ein dagligur partur av okkara leitan eftir vitan og sambondum.
Tað er eisini staðið, har fyritøkur samskifta mest við síni viðskiftafólk,
og lýsingar eru vorðnar ein natúrligur partur av netinum. Tí man sæst!
Ein stórur fyrimunur við netinum og harvið portalsíðunum er eisini, at tað gevur
tøl fyri, hvussu væl man sæst. Tí tað ber til at síggja beinleiðis, hvussu nógv
hava trýst á tykkara lýsing, og hvussu nógva sølu, hon hevur givið tykkum. Tit
síggja við øðrum orðum eitt beinleiðis úrslit av tykkara marknaðarføring.
Tað kann eingin annar miðil geva tykkum.
Heimsins størsta stadion hvønn dag
FT Online gevur tær beinleiðis atgongd til størstu internetsíðurnar í Føroyum.
Sum kundi hjá okkum fært tú eitt hav av forvitnisligum lýsingarmøguleikum,
sum tú ikki hevur haft áður. Sama hvønn málbólk, tú vilt samskifta við, kunnu
vit hjálpa tær at røkka tínum málsetningum og náa ynsktu úrslitum.
Okkara brúkarar vitja okkara síður 700.000 ferð um vikuna. Vit kunnu við øðrum
orðum fylla heimsins størsta stadion hvønn dag – og tú ert høvuðsleikarin á
vøllinum. Tað merkir, at á okkara síðum røkkur tú óvanliga væl út til ymiskar
málbólkar við atliti at kyni, aldri, útbúgving, lønarlagi og geografi.
Vit dagføra støðugt okkara síður og kunnu altíð bjóða nútímans bannarastøddir,
ið geva bestu effekt. Sum lýsari fært tú tískil bestu møguleikar at røkka
tínum kundum á ein effektivan hátt.

