Planet

Planet.fo er síðan, sum leggur dent á at veita tíðindi innan tónleik - bæði her heima og uttanlands.



Lýsingarmøguleikar og kostnaðaryvirlit

Planet.fo

Lýsingar Mánaðarprísir Vikuprísir Dagsprísir
Bannari 980x150 9.000,00 2.800,00 500,00
Bannari 300x250 6.300,00 2.000,00 400,00
Bannari 610x105 4.500,00 1.400,00 250,00

Brúkarar


Vitjanir


Sýndar síður

*Allir prísir eru uttan MVG

Samband

Um tygum hava spurningar, so eru tit altíð meira enn vælkomin at ringja til

Elsu á tlf 243013 & ewr@ft.fo

ella

Boga á tlf 243015 & bho@ft.fo

Prísir

Tilboð og kostnaðarmetingar eru galdandi í 30 dagar frá dagfesting, og allir prísir eru uttan mvg.

Bílegging og innlating

Hvørt lýsingar pláss hevur 5 rotatiónir. Vanligt er at keypa eina rotatión, og deila lýsingar plássið við 5 lýsarum. Tað ber val til at keypa fleiri rotatiónir. Bílegging av lýsingarplássi er bindandi. Verður lýsing avlýst ella ov seint innlatin, skilar FT Online sær rætt til at fakturera fyri bílegging, um hetta hevur við sær mista inntøku fyri FT Online. Endurgjaldskrav kann ikki setast FT Online fyri skeiva, seinkaða ella vantandi innrykking av bílagdari lýsing – ei heldur fyri avleiðingar, ið nevndu viðurskifti kunnu hava við sær. Lýsingartilfar skal latast inn í seinasta lagi 48 tímar fyri byrjan.

Gjald

Prísur verður roknaður út frá galdandi prísum á bíleggingardegnum. Gjaldstreytin er netto, kontant. Kærufreistin er ein mánaður.

Ábyrgd

Bílegging, antin hon er móttikin og/ella váttað av umboðum fyri FT Online, bindur ikki FT Online til at seta lýsingina í. FT Online skilar sær rætt til at vísa frá sær lýsing, sum ikki samsvarar við áhugamál ella tøknilig krøv hjá FT Online, ella sum ikki lýkur galdandi lógir og ásetingar.

FT Online átekur sær onga ábyrgd av ólógligum lýsingum.