Lýsingaskelti við nasistiskum Trump elvir til kjak



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

18.03.2017 - 21:35

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Tá íbúgvarnir í býnum Pheonix í Amerika vaknaðu gjáramorgunin, var ein stór lýsing at síggja í býum.

Ein sera stór lýsing við amerikanska forsetanum, Donald Trump, var nevniliga sett upp. Forsetin er umgirdur av dollarateknum gjørd sum hakakrossar. Aftanfyri myndina av Trump eru myndir av kjarnorkuskýggjum.

Tað er listakvinnan úr Los Angeles, Karen Fiorito, sum hevur gjørt lýsingina, sum sambært henni fer at hanga uppi í eitt ár.

- Eg eri ørkymla, og tað eru tað fleri, sum eru. Eg haldi ikki, at okkara rødd verður hoyrd, sigur Fiorito við CBS sambært dr.dk.

Trump-viðhaldsfólk fóru fríggjadagin í holt við at taka lýsingina niður, men hon hongur enn.