Mynd: EPA

Macron fekk atkvøðurnar frá teim eldru - meðan tey ungu hildu seg við hús

Jens Hákun Leo

08.05.2017 - 11:30

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Tað vóru heilt ung fólk umframt fólk í eldra endanum, sum atkvøddu fyri Emmanuel Macron, nýggja forsetanum í Fraklandi, sum í gjár vann seinra forsetavalumfarið ímóti høgravendu Marine Le Pen.

Tað er franska sjónvarpsstøðin France2, sum ber hesi tíðindini í dag.

France2 sigur herundir, at 66% av teimum, sum fóru á val í gjár, í aldursbólkinum 18-24 ár, atkvøddu fyri Emmanuel Macron.

70% av teimum í aldursbólkinum 60-69 ár atkvøddu somuleiðis fyri Emmanuel Macron, meðan nýggi franski forsetin fekk 78% av atkvøðunum frá aldursbólkinum 70 ár og eldri.

Marine Le Pen, hinvegin, fekk atkvøðurnar frá teimum 25-49 ára gamla. Í aldursbólkinum 25-34 ár fekk hon 40% av atkvøðunum, meðan hon í aldursbólkinum 35-49 ár fekk 43% av atkvøðunum.

Tølini hjá France2 vísa eisini, at okkurt um tveir triðingar av veljarunum í aldursbólkinum 18-34 ár ikki fóru á val.

Emmanuel Macron fekk í alt 66% av atkvøðunum, meðan Marine Le Pen fekk hini 34%.