(Mynd: EPA)

Macron stendur til at vinna forsetavalið

Ingi Samuelsen

21.04.2017 - 18:18

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Skottilburðurin á Champs Elysees í gjár hevur sett ein tálmara á seinasta dagin í franska valstríðnum í dag. Tilburðurin hevur sostatt eisini økt óvissuna um úrslitið av valinum, sum verður sunnudagin, skrivar Ritzau.

Miðpolittikarin Emmanuel Macron, ið hevur stovnað eina fólksliga rørslu miðskeiðis á politiska vígvøllinum, hevur til tað síðsta varðveitt sína leiðslu í veljarakanningunum.

Marine Le Pen frá fremmandafíggindaliga Front National stendur til at fáa næstflestar atkvøður.

Nógv bendir sostatt á, at tað verða tey bæði, sum koma víðari til annað og avgerandi valumfarið 7. mai.

Men valgranskarar og politiskir eygleiðarar vísa á, at illa ber til at spáa um úrslitið av valinum, tí forsetavalevnini liggja so jøvn.

Le Pen hevur gjørt tilflyting og trygd til høvuðsevni í sínum valstríði. Hon heitir á stjørnina um í stundini at vísa allar útlendingar av landinum, sum eru undir eftirliti av fregnartænastuni. Hon legði afturat, at øll markaeftirlit eiga at verða sett uppaftur.

Eisini konservativa valevnið, François Fillon, tók hetta evnið upp á seinasta stríðsdegi í dag.

- Stríðið móti ’islamitiskum harðræði’ sigur at hava hægstu raðfesting hjá komandi forseta Fraklands, segði Fillon og legði afturat:

- Tað eru vit ella tey...

Macron segði í einum aftursvari til Le Pen, at onki er so einfalt, sum hon ger tað til at vera.

- Eg havi hoyrt madame Le Pen siga, at forðað kundi verið fyri hesum álopum. Men tað ber ikki til at burturbeina vandan. Ein og hvør, sum sigur tað, er bæði ábyrgdarleysur og svikafullur, segði Macron við RTL-útvarpsstøðina.

Bæði Fillon og Jan-Luc Mélenchon, ið liggur til vinstru fyri Sosialistarnar, hava havt framgongd í veljarakanningunum hesa seinastu vikuna, og hava minkað um frástøðuna til valevnini, sum liggja á odda.

Í eini kanning hjá Elabe, sum BFM kunngjørdi í dag, stendur Macron til at vinna annað umfar móti Le Pen við 65 prosentum móti 35.

Kanningin vísir, at Macron vinnur fyrsta valumfar við 24 prosentum móti 21,5 til Le Pen. Fillon stendur til at fáa 20 prosent og Mélenchon 19,5.