Mynd: EPA

Madrid uppgerð í hálvfinaluni

Redaktion

21.04.2017 - 11:20

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir at lutakastið til Champions League hálvfinalurnar nú er fingið frá hondini, er greitt, at hálvfinalurnar í størstu evropeisku kappingini verða hesar:

Real Madrid-Atletico Madrid
AS Monaco-Juventus

Harvið fáa vit, við einari uppgerð ímillum Madrid liðini bæði, eina endurtøku av Champions League finalunum í 2014 og 2016 eins væl og fjórðingsfinaluni í 2015.

Í øllum trimum førunum dró Real tað longra stráið; seinast, í Champions League finaluni í fjør, eftir eina dramatiska brotssparkskapping.

Omanfyrinevndu hálvfinalur eru á skránni tann 2/3. mai og 9/10. mai.

Finalan í kappingini er á skránni tann 3. juni á Millennium leikvøllinum í Cardiff.