Savnsmynd: EPA

Maður etin av krokodillu á Filipsoyggjum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

25.12.2017 - 20:58

Mentan > Uttanlands > Vanlukkur

Ein maður á Filipsoyggjum lat lív um vikuskifti, áðrenn stormur rakti landið leygardagin. Maðurin var farin oman til eina á tætt við býin Bataraza á Palawan oynni, tí at hann skuldi tryggja sær bátin, áðrenn stormur brast á.

Tá maðurin ikki var komin afturíaftur ein tíma seinni, bað konan nábúgvarnar um hjálp at finna mannin.

Fólk í nærumhvørvinum fóru at leita fram við ánna, og tað var tá, at teir sóu lívleysa mannin, sum var í ferð við at verða etin av eini krokodillu.

Einki varð sagt um hvat hendi við krokodilluni, skrivar Sermitisaq.