Maður fingið skaða í høvdið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

19.03.2017 - 09:00

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Beint áðrenn midnátt leygarkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp heima á Sandi, har ein maður á knallert rendi á ein bil. Lækni og sjúkrabilur komu á staðið. Staðfest var, at maðurin hevði fingið skaða í høvdið, og mett var, at maðurin skuldi innleggjast. Um eitt tíðina kom tyrla, og maðurin varð fluttur til Havnar.

- Vit vita ikki nógv meir, enn at hann hevur fingið skaða í høvdið, men hann verður kannaður nú, sigur vakthavandi.

Annars hevur løgreglan gjørt ferðamátingar í nátt, og har hava teir tikið tveir persónar. Annar koyrdi 139 km/t og hin koyrdi 138 km/t.

- Teir hava báðir fingið treytaleysa frádøming av koyrikortinum, sigur vakthavandi.

Nógv fólk hevur verið í býnum, so tað hevur verið ymiskt hjá løgregluni at gjørt. Til dømis hevur ein fingið bót fyri ikki at akta boðini hjá løgregluni, sigur løgreglan at enda.