Loyal to Familia er ein av stóru bandunum í Danmark (Savnsmynd: TV2)

Maður skotin til deyðis á Amager



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.06.2018 - 12:51

Tíðindi > Danmark

Ein 36 ára gamal maður andaðist í morgun eftir at verða skotin á Amager í gjárkvøldið. Maðurin varð skotin fleiri ferðir á Amagerfælledvej av tveimum monnum í maskum seint í gjárkvøldið.

Løgreglan fann stutt eftir hendingina ein bil, sum stóð í ljósum loga við Brøndby Strand. Løgreglan metir, at bilurin kann hava verið nýttur til skjótingina, skrivar TV2.

36 ára gamli maðurin var í danska bandaumhvørvinum.