Mynd: BT.dk

Maður vísti sína beru á pallinum

Rakul Matras Absalonsen

14.05.2017 - 13:23

Mentan > Uttanlands > Annað

Ein áskoðari fór á pallin í steðginum í Eurovision Song Contest í gjárkvøldið, tá vinnarin frá kappingini í fjør, Jamala, fór at syngja.

Tað var ein avstralskur áskoðari, sum kom upp á pallin, koyrdi buksurnar niður og vísti reyv. Vaktarfólk vóru skjót at steðga manninum og fáa hann niður av pallinum.

Maðurin er afturhildin og avhoyrdur av løgregluni, skrivar bt.dk.