(Mynd: vesseltracker.com)

Maersk-skip sleipað í havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

17.07.2017 - 09:55

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Sjóvinna

Eitt bingjuskip hjá Maersk Line mátti leygardagin sleipast í havn, tá tað misti alla framdrift eftir ein eldsbruna í einum motori.

Tíðindasíðan shippingwatch.ck skrivar, at Laura Maersk sigldi nærhendis Aleutoyggjarnar, sunnan fyri Alaska, tá tá misti framdriftina.

Myndugleikarnir óttaðust fyri, at bingjuskipið fór at renna á land á oynna Akutan, og sendu tí tveir togarar út, sum sleipaðu Lauru Maersk inn til Dutch Harbor.

24 mans eru við skipinum, sum tekur 4.250 bingjur (teu). Ongin av manningini var í vanda undir eldsbrunanum, og tað eru heldur eingi tekin um dálking, sigur amerikanska sjóverjan við miðilin KVTA Alaska.