Gomlu eigararnir í Demich halda fram í fyritøkuni

Magn keypt meirilutan í pf. Demich

Ingi Samuelsen

03.04.2018 - 10:46

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Orka

Orkufelagið Magn hevur keypt meirilutan í pf. Demich, sum er eitt av førandi føroysku fyritøkunum at selja varandi orkuloysnir til føroysk húsarhald.

Magn boðaði á tíðindafundi í morgun frá, at felagið nú eigur meirilutan í Demich, men at fyrrverandi eigararnir allir halda framvegis eru við og halda fram í felagnum.

Nýggjur stjóri í Demich verður Rói Kalsø sum fyrr hevur arbeitt hjá Magn, men frá 2014 og til síðsta heyst var stjóri hjá JT Electric á Kambsdali.

Endamálið við yvirtøkuni er at Magn skal gerast ein meira aktivur viðspælari í at náa málinum at gera Føroyar grønar í 2030, upplýsti Hendrik Egholm, stjóri á Skeljungi hf., sum er íslendski eigarin av føroyska oljufelagnum, pf. Magn.