Magn vil loysa grønu avbjóðingina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

29.11.2017 - 10:58

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Orka

Orkufelagið Magn er til reiðar av hjálpa politisku myndugleikunum at røkka sínum málum um einar orkugrønari Føroyar, nú Sev hevur boðað frá, at elfelagið tekur fyrivarni í ætlanunum at byggja grønu orkukeldurnar út, sum svar upp á kravið frá elveitingareftirliginum um at krevja at elprísurin skal lækkast við fimm oyrum á nýggjárinum.

Í almennum skrivi frá Magn, verður einki sagt um, hvussu orkufelagið ætlar at loysa grønu avbjóðingina, men nýtir høvi til at heita á myndugleikarnar um at geva øðrum atgongd til elnetið hjá Sev, so møguleiki verður hjá øðrum framleiðarum at selja streym beinleiðis til brúkaran í fríari og opnari kapping.

Tekniski stjórin hjá Magn, Finn Jakobsen, ið til fyri einum ári síðani var rakstrarstjóri hjá Sev, sigur í bævinum, at Magn fleiri ferðir hevur bjóða seg fram at lyfta uppgávuna uttan at politiski myndugleikin hevur tikið móti hesi útrættu hondini. Hetta tilboðið stendur við, og er meira aktuelt enn nakrantíð áður, skrivar Finn Jakobssen.

Málið og ætlanin er, at øll elnýtsla skal koma frá varandiorkukeldum í seinasta lagi í 2030.

Magn skrivar soleiðis í brævinum:

- Frí kapping merkir, at fleiri herðar verða at lyfta uppgávuna og elvir samstundis til bíligari el til endabrúkaran. Um Heilsu- og Innlendismálaráðharrin, ið eisini umsitur orkumál, og politiski myndugleikin annars síggja álvaran í málinum og vilja, at tað skal bera til at røkka gyltu málunum hjá samgonguni, eigur henda liberaliseringin av atgongdini til elnetið at kunna fremjast eftir stuttari tíð.

Pf. Magn er føroyskt skrásett felag, hvørs høvuðsvirksemi er at selja olju og bensin frá Shell til húsarhald, bilar og skip í Føroyum. Tað er íslendska orkufelagið Skeljungur hf., ið eigur pf. Magn, sum hevur havt eitt avlop á millum 20 og 30 milliónir krónur árliga hesi seinastu fimm árini. Seinastu tíggju árini eru knappar 6 milliónir krónur í miðal sendar árliga til Íslands sum vinningsbýti.