Hendrik Egholm, forstjóri í Magn

Magn vil sleppa at kollvelta føroyska orkumarknaðin

Ingi Samuelsen

03.04.2018 - 11:51

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Orka

Við teirri gongd, sum er á umleggingini til grøna orku í løtuni er ongin realistiskur møguleiki at náa málinum, at øll orka á landi skal koma frá grønari orku í 2030.

Tað er út frá hesum, at orkufelagið Magn nú bjóðar seg fram sum ein viðleikara at hjálpa til við umleggingini av serliga privatu húsarhaldunum.

Tað er ein tíð síðan, at Magn boðaði frá, at felagið ikki longur einans hevði til endamáls at selja olju í Føroyum, men eisini vildi vera við at framleiða grøna orku. Ein roynd var eitt nú gjørd at bjóða upp á vindmyllulundina í Húsahaga – ein kapping, sum sambært Magn, er ómøgulig at vinna, tí Sev situr við buktini um báðar endar.

Nú roynir Magn so aftur, og her er keypið av fyritøkuni Demich ein liður í strategiini.

Les eisini: Magn keypir meirilutan í pf. Demich

- Demich er leiðandi fyritøkan í Føroyum, tá tað røður um at selja hitapumpur til húsarhald. Okkara ætlan er at verða ein aktivur partur í strembanini at skifta føroysku oljufýringarnar út við grønar skipanir, til dømis hitapumpur, sum vinna orku úr luft, jørð og sjógvi, segði Hendrik Egholm, forstjóri á Magn/Skeljungi á tíðindafundi í morgun.

Í síðsta enda ræður tað um at sleppa at selja ravmagn beinleiðis til kundarnar.

- Um tað skal geva nakra meining fyri okkum at útfasa núverandi oljufýringarnar til el-riknar hitapumpur, so mugu vit eisini sleppa at framleiða ravmagnið og selja tað beinleiðis til okkara kundar, segði Hendrik Egholm.

Elveitingarlógin má broytast
Tí ynskir Magn nú at føroyska elveitingarlógin verður broytt tilsvarandi, so at privatir aktørar sleppa at framleiða og selja ravmagn gjøgnum netið hjá Sev.

- Um henda ætlanin eydnast, er talan um eina kollvelting av føroyska el-marknaðinum, og so koma vit eisini væl ávegis málunum, vit hava sett okkum at náa innan 2030.

- Um ætlanin ikki eydnast, og politiski myndugleikin velur at halda fram við núverandi ferð, sum ikki ber á mál, so hendir bara tað, at Demich heldur fram at arbeiða, sum tey higartil hava gjørt við stórum hegni, og Magn kemur at halda fram sum higartil har søla av olju er høvuðsmálið.

Tað er nógv, sum skal gerast og flytast áðrenn føroyska orkuframleiðslan á landi er 100 prosent grøn, tí í løtuni koma næstan 1.600 gigawatttímar (GWh), svarandi til 84,5 prosent, frá oljuframleiðslu.

Tað er ikki nokk hjá Sev at leggja sín núverandi helming upp á 300 GWh um til grøna orku. Um hitapumpur og el-drivnir bilar verða ráðandi innan 12 ár eru farin, skal núverandi elframleiðslan tvífaldast, og tað skal alt vera við grønari orku.