(Mynd: Sverri Egholm)

Magni á veg í Javnaðarflokkin? - Ikki tikið støðu til hvar eg fari

Sverri Egholm

31.03.2018 - 12:07

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Um Magni Laksáfoss nú fer at hjálpa samgonguni, skal hann koyrast úr Sambandsflokkinum.

Tað stóð á teldlinum hjá Heðini Mortensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, undir viðgerðini av fiskivinnunýskipanini í desember. Tá var alt á gosi, tí Magni Laksáfoss hevði gjørt eina kliringsavtalu við Kristin Michelsen, sum var farin til Edinburgh í vikuskifti í nakrar dagar.

Nú er Magni Laksáfoss so rýmdur úr flokkinum. Millum annað orsaka av kliringstavaluni.

- Ein maður má standa við sítt orð, samstundis sum hann hevur virðing fyri sjónarmiðunum hjá øðrum. Hevur hann givið eitt lyfti ella gjørt eina avtalu, skal hann við stoltleika standa við sítt orð, tola einhvønn ágang, hóast ágangurin kemur úr egnum baklandi, og halda sínar avtalur, sigur Magni Laksáfoss í skrivi, hann hevur sent miðlunum í dag.

Javnaðarflokkurin næsta stig?
Magni Laksáfoss, sum stendur fyri liberalu síðuni av Sambandsflokkinum, hevur áður verið settur í samband við Javnaðarflokkin, men hann vil ikki svara um hann er á veg upp í samgonguna.

- Eg havi ikki tikið støðu til hvar eg fari. Havi bara spekulera uppá hvør mín leiklutur skal vera í Sambandsflokkinum, segði Magni Laksáfoss við útvarpið á middegi.

Fyrrverandi sambandstingmaðurin sigur seg hava roynt, at flutt flokkin meira yvir á tann liberala bógvin, men tað vísti seg ikki at bera til.

Sostatt eru nú tveir leysgangarar í tinginum. Stutt eftir at samgonga varð skipað tíðliga í hesum valskeiðinum, fór Sonja Jógvansdóttir úr Javnaðarflokkinum og hevur síðani verið uttanflokkatingkvinna, men verið stuðul hjá samgonguni.

Les eisini: Magni Laksáfoss tekur seg úr Sambandsflokkinum