Magni Arge fer á fólkating



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.09.2015 - 14:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tað ber mær ikki til at vera fólkatingsmaður og løtingsmaður í senn, tí tað hevur flokkurin samtykt.

Tað sigur Magni Arge í dag, sum varð valdur inn á løgting við 438 atkvøðum og samstundis sum varðamaður hjá Høgna Hoydal á fólkatingi við 1082 atkvøðum.

Hann sigur at hann fer at fylgja tí leisti, sum varð avtalaður til fólkatingsvalið og skifta í millum fólkating og løgting.

- Hóast hetta ikki er roynt fyrr, fari eg í holt við hetta við tí treysti, at tað fer at gagna flokki og landi væl, at gott samband verður millum politiska arbeiðið á løgtingi og fólkatingi, skrivar hann.

Magni Arge fer í fyrsta umfari niður á fólkating og fer tí at biðja um farloyvi úr løgtinginum. Næsti máðurin á listanum er Ingolf S. Olsen, sum tekur við løgtingssessinum 21. september.