Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Magni Laksáfoss: - Kliringsavtalur eru púra vanligar

Sverri Egholm

09.12.2017 - 13:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tað er ikki rætt, at siga, at eg hjálpti samgonguni. Eg havi bara gjørt eina kliringsavtalu, sigur Magni Laksáfoss, tingmaður fyri Sambandsflokkin, við Kringvarpið í dag.

- Mín nei atkvøða og hansara ja atkvøða verða tiknar burturúr spælinum. Og tað er púra vanligt at gera slíkar kliringsavtalur, sigur hann.

Les eisini: Spenningur í Sambandsflokkinum

Tá atkvøðast skuldi í málinum um fiskivinnunýskipanina, sum var til aðru viðgerð í tinginum í gjár, fór Magni Laksáfoss úr tingsalinum, og hann helt sostatt avtaluna við Kristin Michelsen, sum var staddur uttanlands. Tað ljóðaði í allan gjár, at ein avtala varð gjørd, men tað varð ongantíð veruliga váttað.

Málið varð tí samtykt við 16 fyri og 15 ímóti.

- Um varðafólk skuldi inn fyri Kristin Michelsen, skuldi tað sita á tingið í minst eina viku. Tað merkir, at javnaðartingmaðurin hevði mist allar tingfundirnar, sum eru eftir, tí eftir ætlan fer løgtingið til hús fríggjadagin.

Magni Laksáfoss sigur, at Kristin Michelsen hevði greitt honum frá, at hann fór at atkvøða fyri uppskotinum.

- Hevði hann (Kristin Michelsen, red) ikki gjørt eina kliring-avtalu hevði hann fingið varðafólk inn fyri seg ella, at málið hevði verið útsett til ein komandi tingfund, so málið ikki fall, tí tað er so umráðandi fyri samgonguna, sigur Magni Laksáfoss við Kringvarpið.

Bárður á Steig Nielsen fekk boðini hósdagin
Sambært Magna Laksáfoss hevði hann greitt formanni Sambandsfloksins frá, at hann fór at klira fyri Kristin Michelsen, longu hósdagin.

Hóast tað, so greiddi formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, frá at hann hevði givið Magna Laksáfoss boð um at atkvøða ímóti uppskotinum.

- Tað er eingin orsøk til at hjálpa samgonguni at koyra mál ígjøgnum, sum vit ikki taka undir við. Onkursvegna hevur hetta skalað tað álitið, sum er í millum okkum, segði Bárður Nielsen við Portalin eftir tingfundin í gjárkvøldið.

Hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Magna Laksáfoss vildi Bárður á Steig Nielsen einki siga um í gjárkvøldið.

Triðja og seinasta viðgerð av uppskotinum verður helst týsdagin.

Les eisini: Bárður Nielsen: - Hetta skalar álitið okkara millum