(Mynd: Sverri Egholm)

Magni Laksáfoss rýmdi úr tingsalinum

Sverri Egholm

08.12.2017 - 20:47

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Stutta løtu áðrenn atkvøðast skuldi um fiskivinnunýskipanina, fór Magni Laksáfoss, tingmaður hjá Sambandsflokkinum úr tingsalinum, og hann gjørdi sostatt ímóti tí, sum restin av tingmanningini var samt um.

- Tað er ein undarlig kensla at man hevur størri loyalitet yvir samgonguni enn Sambandsflokkinum. Lokalfeløgini hava í dag heitt á Sambandsflokkin um at fáa hetta upp á pláss, men tað eydnaðist ikki, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Um hetta fær avleiðingar fyri Magna Laksáfoss vil Bárður Nielsen ikki siga í kvøld.

Uppskotið varð samtykt við 2. viðgerð við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti.