(Tingvarpið)

Laksáfoss: - Samgongan hevur einki annað val, men tað er ikki smart

Sverri Egholm

12.12.2017 - 16:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Eg haldi ikki at tað er smart, at man í slíkum stórmálum koyrir tað ígjøgnum við minst møguligum meiriluta, segði Magni Laksáfoss, sum harmaðist um at semja ikki fekst millum samgonguna og Sambandsflokkin.

- Samgongan hevur einki annað val, men tað er ikki smart.

- Í slíkum málum átti man at gjørt alt hvat man kundi fyri at fingið eina breiða semju, segði Magni Laksáfoss.

Magni Laksáfoss hevur áður sagt, at hann tók undir 90% av uppskotinum hjá samgonguni. Og fyri lítlari løtu síðani segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, at tað sum nú liggur á borðini, ikki er langt frá tí, sum lá á borðinum í vár, tá samráðingar vóru við samgonguna.

Fylg við Tingvarpinum her