Magni Mohr (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Magni Mohr: Tað kann væl vera vit broyta rúsdrekkatilmælið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.04.2018 - 12:46

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Ein nýggj vísindalig kanning, sum sameinir dátur frá 83 ymiskum kanningum um alkoholnýtslu, hevur nú víst á, at fólk, sum drekka meir enn 7 alkoeindir um vikuna, doyggja væntandi fyrr enn tey, ið drekka minni. Kanningin staðfestir, at tey, ið drekka millum átta og 16 alkoeindir um vikuna, í miðal liva eitt hálvt ár stytri enn tey, ið drekka minni enn átta eindir, og tey, ið drekka millum 16 og 30 alkoeindir um vikuna, í miðal liva eitt til tvey ár stytri. Drekkur tú meira enn hetta, eru tølini heilt døpur - í miðal liva fólk fýra til fimm ár stytri.

Hesi nýggju tølini, sum vórðu kunngjørd á The Lancet, tykjast at vera í andsøgn við tilmælini hjá Fólkaheilsaráðnum um, at tað er lítil vandi fyri at gerast sjúkur av rúsdrekka, um kvinnur drekka minni enn 7 alkoeindir, og menn drekka minni enn 14 um vikuna.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, tekur undir við hesum í viðmerking, og sigur, at tey fara at kanna hetta nærri í Fólkaheilsuráðnum. 

- Tað er øgiliga gott, at nýggjar kanningar verða gjørdar, og vit fara at hyggja at kanningini sum skjótast og taka støðu um verandi tilmæli skulu broytast.

Magni Mohr sigur, at Fólkaheilsuráðið ger tilmæli við at hyggja at nútímans kanningum. 

- Eg kann ikki úttala meg um akkurát hasa kanningina enn, men hon tykist at vera væl grundað, og hatta er tað slagið av kanningum, metagreiningar, sum vit brúka. So tað kann væl vera, at vit fara at justera tilmælini um rúsdrekka í mun til nýggju kanningina.

Les eisini: Nýggj kanning: Í mesta lagi sjey alkoeindir um vikuna