Magni Mohr útgivið grein í høgtmettum tíðarriti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.02.2018 - 16:59

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking á Fróðskaparsetri Føroya, hevur útgivið meta-analysu review saman við donskum og serbiskum granskarum í høgtmetta tíðarritinum British Journal of Sports Medicine við heitinum "Broad-spectrum physical fitness benefits of recreational football: a systematic review and meta-analysis".

Greinin viðger data í umleið 150 vísindaligum greinum, har fótbóltsvenjing verður nýtt sum sum heilsuframa og viðgerð av fólkasjúkum. Meta-analysan staðfestir, at fótbóltsvenjing fremur hjarta-, evnisskiftis-, og vødda-beinagrindarheilsu. Fótbóltsvenjing virkar sostatt sum breiðspektraður heilivágur.

Greinin kom út á fyrstu altjóða ráðstevnuni við heitinum "Football is Medicine" í Lissabon, Portugal, fyri tveimum vikum síðan. Magni Mohr hevði høvuðsframløgu og May-Britt Skoradal frá Fróðskaparsetrinum legði eisini sína gransking fram, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu síni.

"Football is Medicine" er grein av stóra altjóðakonseptinum "Exercise is Medicine", sum hevur 10 ár á baki, og sum arbeiðir fyri at fáa kropsliga venjing sum fasta viðgerð av lívstílssjúkum. Í USA meta granskarar og læknar, at kropsligt óvirkni nú er størsta deyðsorsøkin og hevur yvirhálað royking.